Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Atlantic Petroleum hevði vinning eftir skatt í fjør uppá 0,3 mió kr. Tað skal samanberast við 3,1 mió kr í árið frammanunda.

Virksemið var millum lítið og onki, inntøkurnar koma frá Orlando kelduni, sum Atlantic Petroleum eigur ein lítlan part í.

Í viðmerking sigur Mark T. Højgaard, stjóri, at árið var avbjóðandi og peningastreymurin frá Orlando var minni enn væntað, og nógv er gjørt fyri at avmarka útreiðslurnar mest møguligt.

Eginognin hjá Atlantic Petroleum var minus 98 mió kr við árslok í fjør í mun til minus 96 mió kr við árslok fyrraárið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo