Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er sum vera man altíð ein stórur dagur hjá einum flogfelag, tá tað letur upp eina nýggja rutu. 

Soleiðis var eisini mánadagin, tá Atlantflog læt upp rutuna til ongan mætari bý enn París - kærleikans høvuðsstað.

Føroyska flogfelagið vísti seg frá sínari bestu síðu og bjóðaði tíðindafólkum og ferðaskrivstovum niður við á fyrsta túrinum.

Í París spílaði Atlantsflog seg eisini út og forkelaði júst umrøddu við útferðum og framúr matupplivingum. Ein fekk í hesum sambandi veruliga ein forsmakk av, hvat franski stórbýurin hevur at bjóða.

Umboð fyri Portal, In, VP, JN, Norðlýsið og Local.fo vóru við á túrinum. 

Her eru átta orsøkir til at vitja París:

1) Ein kann nú flúgva beinleiðis til París tríggjar ferðir um vikuna - uttan at skula millumlenda í t.d. Keypmannahavn.

So um ein hevur verið nóg ofta í Keypmannahavn ella Barcelona síðstu árini og heldur vil royna okkurt nýtt, finnur ein nú París á listanum hjá Atlantsflogi yvir ferðamál. Túrurin við Atlantsflog til París tekur 2 tímar og 15-20 minuttir.

2) At síggja Eiffeltornið er nærum líka stórsligið sum at vera uppi í sjálvum torninum. Nærum hvar ein er í París, sær ein yvir á 300-metrar høga tornið, og er tað ein sonn gleði at sita á einari tak-café ella tak-barr og njóta sólina og eygleiða Eiffeltornið, har tað stendur so friðsælt.

3) At sigla eftir Seine-ánni og harfrá síggja eina røð av stórslignum bygningum - harímillum Notre-Dame kathedralin og Eiffeltornið - er balsam fyri sálina. Serliga ein góðveðursdag við 20-25 hitastigum.

4) París er ein lutfalsliga avslappaður býur (í øllum førum í mun til London og New York City), og stak hugnaligur er býurin eisini við nógvum smølum gøtum, har ein kann sita uttanfyri - ella inni, tá tað er minni heitt - og njóta ein góðan kopp av Espresso.

5) Dámar einum væl tann nýggjasta mótan á marknaðinum, er so upplagt at fara til annaðhvørt Milano ella París. Atlantsflog flýgur sum kunnugt ikki beinleiðis til Milano, men nú París er komið á listan hjá føroyska flogfelagnum yvir ferðamál, kann ein helst vænta sær, at mótatilvitaðir føroyingar fara at tysja niður til franska høvuðsstaðin.

6) Tann franski køkurin er heimskendur saman við tí italska, og fingu føroysku gestirnir, sum vóru bjóðaðir niður við av Atlantsflogi, høvi at royna mat og vín í heimsflokki.

7) Vil ein ferðast til ávís støð í Suður ella Miðamerika, Afrika ella Asia, er tað nú vorðið nógv lættari, skjótari og bíligari við París-rutuni. Áður, um ein hevur skulað til okkurt av hesum ferðamálum, hevur ein fyrst skulað flogið úr Føroyum til Keypmannahavnar og síðan víðari til London/Frankfurt/Amsterdam/París ella Madrid, áðrenn ein er sloppin umborð á flogfarið, sum hevur skulað leitt ein til endaliga ferðamálið.

Men nú París-rutan er latin upp, sleppur ein altso undan at fara fyrst til danska høvuðsstaðin.

Og at enda áttinda orsøkin at vitja París:

8) Dámar einum væl at koyra biltúrar runt í rundkoyringum, kann viðmælast at fara ein túr í kaotisku rundkoyringina við Arc de Triomphe (Triumfbogan). Sí 3. mynd niðanfyri. Megnar ein at koma heilskapaður út úr tí rundkoyringini, kann ein av sonnum siga seg vera kláran til at taka ímóti øllum teimum avbjóðingum, sum lívið hevur at bjóða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo