



Australia skal hava nýggja stjórn, tað er greitt eftir valið í gjár.
Konservativa sjórnin hjá Scott Morrison, sum hevur sitið við valdinum í nærum 10 ár, má víkja fyri Labour stjórnini hjá Labour leiðaranum, Anthony Albanese, sum vann ein greiðan siður, hóast flokkurin ikki fekk meiriluta einsamallur, men má hava stuðul frá øðrum flokkum, helst Teimum Grønu.
Eygleiðarar siga, at Australia við stjórnarskiftinum er farið eitt fet á grønu leiðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo