Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Eitt sjúkrahús í New York hevur givið einum myndamanni loyvi at koma inn og taka myndir.

 

Ávarað verður um sterkar myndir.

 

Læknarnir royna at bjarga einum sjúklingi. Teir brúka hjartastartara.

 

- Vit gera hetta alla tíðina, hvønn dag, og soleiðis hevur tað verið í ein mánaða, sigur Dr. Anthony Leno, sum er leiðari á akuttmedisinsku deildini á Saint Joseph’s sjúkrahúsinum.

 

Maðurin var lagdur í respirator eftir at læknarnir fingu hjarta hansara at sláa aftur. Hann er smittaður við herviliga koronavirusinum covid-19.

 

- Fleiri av teimum sum doyggja eru eldri, men tað er ikki galdandi fyri øll. Tað eru fleiri onnur sum tú helt fóru at klára tað, men sum tíanverri ikki gjørdu tað, sigur læknin.

 

Hann hevur verið lækni í 20 ár.

 

- Eg havi ongantíð sæð nakað líkt.

 

Sí video her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo