Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-144/2021 frá Johan Dahl, løgtingsmanni, um politisku avgerðina um uppsetan av eftirlitsradara, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær fer landsstýrismaðurin at taka endaligu politisku avgerðina um at loyva donskum myndugleikum at seta upp ein eftirlitsradara í Føroyum?

Svar
Til 1: Avgerðin um at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum verður væntandi tikin fyri summarfrítíðina.

Tá ið fyrispurningurin kom frá donsku stjórnini um at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum, byrjaði ein tilgongd, sum millum annað hevur fevnt um fleiri ráðførslur í Løgtingsins uttanlandsnevnd, viðgerð í landsstýrinum, fundir millum landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum og danska verjumálaráðharran og skipað samskifti á embætismannastigi millum føroyskar og danskar myndugleikar.

Tað hevur frá byrjan verið umráðandi, at málið verður viðgjørt væl og virðiliga, og nóg mikið av tíð er sett av til hesa tilgongd.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo