Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hygg í speglið og nýt sjónina. Har sært tú eitt heilt serligt avgjaldsneyt.

Hóast vit hava tikið okkara tunga tak, so er tøkkin frá avgjaldssamgonguni, at tú og tíni nú eru útnevnd/ur til almen avgjaldsneyt.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ætla, tú framhaldandi skal vera tað.

Eitt merki átti at verið seyma í klæði okkara, so lættari var at síggja, at vit vóru útnevnd til nakað serlig.

Eg dámi  tó ikki at fólk og vinna í okkara øki eru gjørd til avgjaldsneyt.

Tí eigur núverandi samgonga og teirra umboð ikki at fá eina einastu atkvøðu úr Vágum og Norðoyggjum.

Ei heldur frá landinum annars.

Núverandi samgonga er ósolidarisk og hetta má fáa ein enda.

Sambandsflokkurin vil avtaka bummin og ikki gera okkum í Vágum og Norðoyggjum til serlig avgjaldsneyt.

Vit skulu eftir valið hyggja í spegli og síggja okkum sum tað vit eru.

Vit skulu ikki síggja eitt avgjaldsneyt standa har.

Vel avgjaldsneytið frá
X fyri Sambandsflokkin

Marjus Dam,
fyrrverandi løgtingslimur Sambandsflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo