Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkismálaráðharrin í USA, Antony Blinken, avlýsir ein ætlaðan fund við russiska uttanríkismálaráðharran Sergej Lavrov í Genève seinni í vikuni, skrivar AFP.

– Nú tá innrásin er byrjað og Russland hevur avvíst eina diplomatiska loysn, er høpisleyst at halda fram við fundum í verandi støðu, segði Blinken í kvøld.

Fyrr í dag boðaði eisini Frakland frá, at fundurin við Lavrov er avlýstur, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo