Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Atlantic Airways: Á sumri í fjør varð kunngjørt, at Atlantic Airways hevur sett á stovn Atlantic Airways Aviation Academy, tá keypsavtala varð undirskrivað um keyp av einum AW139 Reality H Full Flight tyrlusimulatori. 

Í dag varð ein avtala afturat undirskrivað, hesa ferð við SIM International, um keyp av einum A320 flúgvarasimulatori.

Tað merkir, at Atlantic Airways Aviation Academy frameftir kann bjóða flogskiparum til bæði tyrlur og flogfør framkomnar simulatorvenjingar.

- Ein A320 simulator er eitt stórt framstig fyri føroyska flogvinnu, og stuðlar hetta uppundir tann flogskúlan, sum Atlantic Airways longu hevur sett á stovn. Eins og við AW139 simulatorinum er hetta eitt vinnuligt bein hjá okkum at standa á, tí við hesum simulatorinum kunnu okkara egnu flogskiparar fáa simulatorvenjingar heima í Føroyum, umframt at vit kunnu bjóða flogskiparum úr øllum heiminum fyrsta floks flogvenjingar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

- Tað er eitt myndugleikakrav, at flogskiparar fáa regluligar simulatorvenjingar, og við okkara egna simulatori gerst hetta munandi lættari og eisini meira atkomuligt fyri okkum og okkara manning, sigur Sámal Petur Danielsen, flogovasti hjá Atlantic Airways.

A320 simulatorurin hevur framkomnastu tøkni, sum er tøk á marknaðinum, og saman við A139 tyrlusimulatorinum kann Atlantic Airways Aviation Academy frameftir bjóða eitt fjølbroytt úrval av venjingum til flogvinnuna.

Bygningurin, sum bæði tyrlu- og flúgvarasimulatorarnir skulu vera í, stendur í gerð og verður liðugur seint á sumri í 2024. Talan er um tvær sundurskildar hallir til sjálvar simulatorarnar, og harafturat eru eisini góðar umstøður til undirvísing og fyrisiting í sama bygningi.

- Vit fegnast um, at Atlantic Airways hevur valt okkara A320 simulator til sínar venjingar, og vit gleða okkum til spennandi samstarvið, sigur Frank Uit Den Bogaard, stjóri í SIM International.
A320 simulatorurin verður væntandi klárur at taka í nýtslu seint í 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo