At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Nú er avtalan millum Tórshavnar kommunu og Uttanríkis- og mentamálaráðið viðvíkjandi kampusøkinum á Frælsinum undirskrivað av Heðin Mortensen, borgarstjóra, og Jenisi av Rana, uttanríkis- og mentamálaráðharra.

Virksemið hjá Føroya Lærararaskúla og Venjingarskúlanum, sum hevur hildið til í ognunum á Frælsinum, er seinastu árini vorðið partur av Fróðskaparsetrinum og av Skúlanum á Fløtum.

Landsstýrið og kommunan eru vorðin samd um týdningin av at menna eitt umhvørvi fyri hægri lestur, og at ognirnar á Frælsinum skulu nýtast sum liður í at fremja kampusætlanina frá 2019.

Hetta merkir í stuttum, at undirvísingar- og skrivstovuhøli, saman við lestraríbúðum, eftir ætlan verða miðsavnað á einum kampusøki hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum.

Samstundis hevur Tórshavnar kommuna sagt leigusáttmálan hjá Fróðskaparsetrinum av Sjóvinnnuhúsinum upp. Útflytingin verður tó so lagalig, at hon ikki fer at ávirka dagliga virksemið hjá Fróðskaparsetrinum.

Samstundis hevur kommunalt politiskt ynski verið frammi um sum frálíður at savna alla fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu í Sjóvinnuhúsinum.

Partur av avtaluni er eisini, at landsstýrið ger eitt sundurbýti í Hoydølum, so at Studentaskúlin kann seljast Tórshavnar kommunu, samstundis sum at Fróðskaparsetrið sigur frá sær eitt øki í Marknagili, sum kommunan lat Setrinum fyri meira enn 30 árum síðan.

Á høvuðsmyndini síggjast teir báðir Jenis av Rana, landsstýrismaður, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, eftir at avtalan var undirskrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo