Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin vil taka ábyrgd av vinnulívinum og fólkinum, so framtíðarútlitini eru í tryggum kørmum. Men vit vilja eisini, at eftirkomarar okkara skulu minnast okkum sum eitt land, tjóð og fólk, sum eisini byggir á etikk og moral. Eitt land, sum hevur dirvi til at gera tað rætta. Eisini tá tað er trupult.

Um fáar dagar koma vit inn í 2023, og landsstýrið hevur ikki fyrihildið seg til tann veruleika, at vit hava eina avtalu við eitt land, sum hevur byrjað eitt kríggj og er í kríggi. Neyðugu fyrireikingarnar eru ikki gjørdar, og tí setti Javnaðarflokkurin seg ikki ímóti, at landsstýrið gjørdi eina avtalu við Russland fyri árið, vit nú koma inn í. Tí vit hava sjálvandi ábyrgd mótvegis vinnuni og teimum, sum starvast har. Ta avtaluna fara vit sjálvandi at halda. Men vit siga eisini púra greitt, at koma vit í landsstýrið eftir valið, so fara vit beinanvegin saman við vinnuni at fyrireika okkum uppá, at ongin avtala verður við Russland í 2024, um kríggj framvegis er í Ukraina. Sjálvandi vóna vit at kríggið endar, so vit kunnu koma aftur til gerandisdagin.

Etiskt og moralskt skeivt
Javnaðarflokkurin hevur havt og hevur framvegis ta greiðu støðu, at etiskt og moralskt er tað skeivt, at vit hava eina fiskivinnuavtalu við stýrið hjá Putin, meðan Russland er í álopskríggi í Ukraina. Eitt kríggj, har Russland hvønn dag drepur ósek fólk. Eisini sivil fólk harímillum børn. Og tað steðgar ikki her, tí Russland hóttir eisini, ikki bara Ukraina, men allan heimin við atomvápnum.

Tá eigur tað at siga seg sjálvt, at vit sum land, tjóð og fólk av etiskum og moralskum ávum mugu taka frástøðu frá stýrinum hjá Putin. Og ikki bara í orðum, men eisini við gerðum. Vit kunnu heilt einfalt ikki lata sum um, at kríggið ikki er har. Tí tað er tað, tíverri. 

Samgongan sitið á hondunum síðan 24. februar
Javnaðarflokkurin hevur fleiri ferðir heitt á landsstýrið um at gera tær neyðugu fyrireikingaranar, so vinnan er fyrireikað til at leggja um til nýggja veruleikan. Tí vit hava ikki bara ábyrgdina av, at vit gera tað etiska rætta í hesum máli. Vit hava eisini ábyrgdina av vinnuni og teimum, sum fáa sítt livibreyð úr m.a. fiskiskapinum í russiska partinum av Barentshavinum. 

Men landsstýrið hevur sovið í tímanum. Hesar fyrireikingar hevur landsstýrið als ikki gjørt. 

Tá val varð útskrivað í úrtíð, so hevði tað við sær, at vit ikki fáa eitt virkisført landsstýri og løgting fyrr enn eftir jól. Tað setur politisku skipanina í eina sera trupla støðu, tí tá eru bara nakrir heilt fáir dagar eftir at fyrireika vinnuna uppá eina nýggja støðu, sum krevur stórar umleggingar og fyrireikingar.

Tí setti Javnaðarflokkurin seg ikki ímóti, at landsstýrið gjørdi eina avtalu við Russland fyri 2023. 

Búskapurin klárar seg
Í løtuni fiska vit upp ímóti 20.000 tons av toski í Barentshavinum (6.000 tons koma vit framvegis at hava frá Norra), og vit lata russum 90.000 tons av uppsjóvarfiski afturfyri. Virðið av umbýtinum av fiski millum okkum og Russland gongur nøkulunda upp. Krónu fyri krónu. Og útreiðslurnar av at fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi eru munandi lægri, enn útreiðslurnar av at fiska botnfisk í Barentshavinum. So búskapur okkara kemur á ongan hátt at minka, um vit eru væl fyrireikað til eina nýggja støðu eftir 1. januar 2024 uttan eina fiskivinnuavtalu. 

Uppgávan hjá okkum verður at tryggja, at vinnan kemur væl ígjøgnum broytingarnar. Eydnast tað ikki at samráðast okkum til tosk aðrastaðni, so er tað sjálvsagt, at reiðaríini, sum í dag fiska í Barentshavinum, fáa ta kvotu, sum vit í dag lata russum.

Tað ber væl til at hjálpa virkjum á landi, sum partvíst virka russiskan fisk. Her kunnu vit m.a. veita ein fyribils flutningsstuðul til innfluttan frystan fisk. 

Og so mugu vit eisini minnast til, at sambært Vørn er eftirlitið við teimum russisku skipunum, sum fiska hjá okkum, als ikki nøktandi. Sambært nógvum frásagnum frá fiskimonnum fiska russar annað og meira enn tað, sum teir sambært avtaluni hava rætt til. Er tað rætt, so hava vit undirskot av avtaluni, og kann avtalan í ringasta føri vera ein viðvirkandi orsøk til, at botnfiskastovnar okkara eru verri fyri, enn teir burdu verið. Eftirlitið við russisku skipunum skal tí herðast beinanvegin.

Harafturat mugu vit taka hædd fyri, at vit kunnu koma undir stórt trýst frá øðrum londum orsakað av samstarvinum við Russland. Tað kann raka aðrar vinnur – og tað kann raka teir marknaðir, sum toskurin úr Barentshavinum verður seldur til. Ikki minst bretska marknaðin. 

Og til seinast, so er tað neyvan heilt vandaleyst, at vera innan fyri russiska markið meðan Russland er í kríggi.

Fólkaflokkurin 
Fólkaflokkurin hevur sagt, at vit skulu halda fram við avtaluni við Russland. Bæði nú og í framtíðini. Við øðrum orðum, so er tað líka mikið, hvat Russland finnur uppá, so vil Fólkaflokkurin framvegis hava eina fiskivinnuavtalu við Russland. Sambært Fólkaflokkinum skulu vit eina og aleina byggja okkara land á pengar. Bara pengar. Ongantíð etikk. 

Hvørji vilja vit vera?
Sum land, sum tjóð og sum fólk?

Hvussu skulu børn og eftirkomarar okkara síggja okkum, sum nú valda í Føroyum? Og okkum, sum skulu á val tann 8. desembur?

Javnaðarflokkurin vil taka ábyrgd av vinnulívinum og fólkinum, so framtíðarútlitini eru í tryggum kørmum. Men vit vilja eisini, at eftirkomarar okkara skulu minnast okkum sum eitt land, tjóð og fólk, sum eisini byggir á etikk og moral. Eitt land, sum hevur dirvi til at gera tað rætta. Eisini tá tað er trupult.

Aksel V. Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo