Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: B71 - Mjølnir 2-0 (25-19, 28-26)

B71 er steypavinnari fyri gentir 16B. B71 vann steypafinaluna ímóti Mjølnir, í einum spennandi dysti.

B71 kom sera væl frá byrjan og legði seg væl framum Mjølnir í 1. settið. Mjølnir kom tó nakað við aftur og settið endaði 25-19 til B71.

Líknandi støða var í 2. settið, har B71 leingi sá út til at vinna rættuliga greitt, men Mjølnir bardi seg upp á 25-25. B71 megnaði tó at svara aftur og vann settið og steypið við 28-26.

Dagsins leikari hjá B71 bleiv Lilja E. Højsted og dagsins leikari hjá Mjølnir bleiv Lisa T. Venned.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo