Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

MBF: Komandi vikuskifti verður fjórða Grand Prix kapping í Badminton. Luttakaratalið verður tað hægsta sum nakrantíð er tilmeldað til eina badmintonkapping. 205 luttakarar eru tilmeldaðir, og gevur hetta umleið 360 dystir, sum skulu avgreiðast yvir 2 dagar.

Tað er sera stór tilgongd hjá yngru leikarnum. Hetta hevur við sær at MBF og BSF aftur hesaferð taka høllina í Sørvági í brúk leygardagin. Sostatt verður spælt á 8 banum ístaðinfyri 5.

Byrjað verður kl 9:00 leygarmorgunin, og verða tey ungu og børnini liðug út á kvøldi.

Sunnudagin eiga tey vaksnu høllina á Giljanesi, saman við onkrum bólki av teimum ungu. Hetta verður nokk U-17, og onkur U-15 bólkur. Tey byrja klokkan 13:00 og halda á í góðar fimm tímar, fram til umleið klokkan 18:00.

Feløgini eru HBF, MBF, KBF, VÍF, ÍF og Nápur.

Leikarnir hjá MBF gleða seg til kappingina, og eru vit eisini tilmeldaði við hægsta talið av leikarum nakrantíð. Vit vóru framvið í høllini í dag, ímeðan nakrir av leikarnum fyrireikaðu seg á tl kappingina. Sum vera man eru børnini spent til vikuskifti, og gleða tey seg at møta leikarnum frá hinum feløgnum.

Hugaligt er at leikarar, sum vanliga ikki eru til kapping, stilla upp hesaferð. MBF hevur leikarar úr allari Vágoynni. Eisini foreldrini eru klár at hjálpa, sum altíð, tí nógv krevst fyri at halda eina slíka kapping.

Kappingarskráin verður almen á heimasíðuni hjá Badmintonsambandinum, www.BSF.fo. hóskvøldið.

Meira kunning um MBF (Miðvágs badmintonfelag) eisini at finna á FB og á www.Badminton.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo