Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Betesda: Fyrsta møtið í Badmintonhøllini eru longu kl. 15:00 leygardagin, so tað var tørvur á mongum fúsum kreftum, og tað gekk skjótt og væl at flyta alt niðan, sum myndirnar eisini vísa.

Leygardagin verður KÍ-høllin eisini gjørd klár til at hýsa barnaansingini, so har verður gott hjá bæði børnum og foreldrum at hugna sær og spæla í góðum umstøðum.

Skipað barnaansing verður til hesi møtini:

- Leygardagin kl. 18.00: Evangeliskt møti

- Hvítusunnudag kl. 18.00: Evangeliskt møti

- 2. hvítusunnudag kl. 16.00: Uppbyggingarmøti

- 2. hvítusunnudag kl. 19.00: Evangeliskt møti

Millum møtini 2. hvítusunnudag verður felags nátturði fyri øll í KÍ-høllni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo