Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Havnar Badmintonfelag: Aftur í ár vóru nógvir badmintonleikarar við til ungdómskappingina Reykjavik International Games 2023. Leikararnir komu úr HBF, og spældu í U13, U15, U17 og U19.

Tá ið kappingin, sum varð spæld leygardagin 4. februar og sunnudagin 5. februar, var liðug høvdu føroysku leikararnir vunnið fleiri heiðursmerki.

Í U13 varð 1 gull, og haraftrat 1 gull í B-bólkinum.

Í U15 vóru 3 gull og 2 silvur vunnar.

Í U17/19 vóru 2 gull og 5 silvur vunnar.

Hesir leikarar vunnu:

U13 Boys Doubles

Gull: Baldur Paulason (consolation final)

U13 Girls Singles

Gull: Tóra Erlandsdóttir

U15 Boys Singles

Gull: Tóki Yngvason Guttesen

Silvur: Jafet Rasmussen

U15 Boys Doubles

Gull: Jafet Rasmussen og Símun Thorkildshøj Sigvardsen

Silvur: Tóki Yngvason Guttesen og Ørvur Isfeld

U15 Mixed Doubles

Gull: Inga Guðrin Samuelsen og Jafet Rasmussen

U17 Boys Doubles

Silvur: Markus Bjarnason og Aron Rognsøy

U17/19 Girls Singles

Gull: Sanna Thorkilshøj

U17/19 Mixed Doubles

Gull: Mia Thorkildshøj og Asbjørn Heide Olsen

Silvur: Sanna Thorkildshøj og Ári Isfeldt

U17/19 Girls Doubles

Silvur: Sanna Thorkildshøj og Mia Thorkildshøj

U19 Boys Singles

Silvur: Ári Isfeldt

U19 Boys Doubles

Silvur: David Flagstad Berg og Asbjørn Heide Olsen

Tað er gleðiligt, at Havnar Badmintonfelag aftur luttekur við nógvum leikarum til Reykjavík International Games. Kappingin er sera gevandi fyri allar leikarar, tí her møta teir avbjóðingum frá leikarum, sum teir ikki vanliga spæla ímóti. Harafturat er kappingin góð fyri samanhaldi í felagnum - og eisini verða tvær tjúkkar strikur settar undir tað tætta samstarv, sum eru millum Føroyar og Ísland, tá ið vit snakka um badminton.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo