Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Úrslitið eftir skatt fyri triðja ársfjórðing hjá Bakkafrost samtakinum var 176,8 milliónir krónur í mun til 180,9 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Samlaða tøkan fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 60.424 tons í kruvdari vekt í mun til 39.254 tons fyrra hálvár í fjør.

Tilsamans eru 13,9 milliónir smolt sett út fyrstu nýggju mánaðirnar í ár í mun til 7,7 milliónir smolt fyrstu níggju mánaðirnar í fjør.

- Alheims laksamarknaðurin hevur eisini í hesum ársfjórðinginum verið nógv ávirkaður av koronafarsóttini. Laksavinnan hevur verið undir stórum trýsti, og hetta sæst aftur í fíggjarligu úrslitunum í vinnuni. Hóast hetta hevur Bakkafrost varðveitt støðugu framleiðsluna gjøgnum ársfjórðingin til kundar okkara kring heimin. Framleiðslan av liðugvørum hevur verið óvanliga stór fyri ársfjórðingin, orsakað av øktum eftirspurningi frá kundum okkara í Evropa og USA. Gongd er eisini komin aftur á søluna til Russlands, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 96,6 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2020 samanborið við 231,5 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 28,4 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2020.

Liðugvøruframleiðslan hevði eitt rakstrarúrslit á 21,8 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing 2020 í mun til 25,9 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í triðja ársfjórðingi 2020 var 69,5 milliónir krónur samanborið við 94,5 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.256,7 milliónir krónur við endan á triðja ársfjórðingi 2020 í mun til 1.018,7 milliónir krónur við árslok 2019. Bakkafrost hevði 2.163 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á triðja ársfjórðingi 2020, og solvensurin var 68%.

ÚTLIT

Marknaður
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða tøkan av laksi øktist umleið 4,8% í triðja ársfjórðingi 2020 í mun til sama ársfjórðing í 2019. Sum heild var marknaðurin tarnaður av koronafarsóttini, og óvissan um marknaðarútlitini er størri enn vanligt.

Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi í fjórða ársfjórðingi 2020 verður mettur til áleið 5% samanborið við sama ársfjórðing í 2019. Vøksturin í altjóða tøkuni av laksi fyri 2021 verður mettur til umleið 1% samanborið við 2020.

Aling
Samanumtikið hevur alingin í Føroyum havt góð úrslit. Fiskurin er vaksin væl, lítil trupulleiki hevur verið av laksalús, og góðskan av tikna fiskinum hevur verið sera góð. Miðalstøddin á smoltinum hjá Bakkafrost er alsamt vaksandi og væntast at verða umleið 300g í 2020.

Afturat hesum er Bakkafrost farið undir at útbyggja smoltstøðirnar á Norðtoftum og í Glyvradali. Við hesum tiltøkum væntar Bakkafrost at náa eina miðalvekt á útsettu smoltunum á 500g í 2022, samstundis sum vakstrartíðin á sjónum styttist niður ímóti 12 mánaðum.

Í ár væntar Bakkafrost at taka 50.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 39.000 tons í Skotlandi. Í 2021 verða væntandi 62.500 tons av laksi í kruvdari vekt tikin í Føroyum og 44.000 tons í Skotlandi.

Samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í ár verður væntandi 14,7 milliónir smolt í Føroyum og 10,7 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanberingar var útsetingin í Føroyum 12,7 milliónir smolt í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi vóru 12,4 milliónir smolt sett út í 2019 og 8,6 milliónir í 2018. Tal og miðalvekt av sjósettum smolti eru týðandi fortreytir fyri at kunna meta um framtíðar tøku. Bæði útseting og tøka eru treytað av lívfrøðiligu gongdini.

Liðugvørur
Bakkafrost hevur gjørt sáttmálar um sølu av liðugvørum fyri umleið 50% av væntaðu tøkuni í Føroyum í fjórða ársfjórðingi 2020 og umleið 33% av tøkuni í 2021. Fyri tøkuna í Skotlandi hevur Bakkafrost gjørt sáttmálar fyri 23% av tøkuni í fjórða ársfjórðingi 2020 og 25% av væntaðu tøkuni næsta ár. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

Íløgur

 

Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at minka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisførið og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.

Afturat íløguætlanini í Føroyum ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350-400 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu 5 árini. Ein stórur partur av hesum fer til útbygging av 3 smoltstøðum í Skotlandi, harav tann fyrsta verður smoltstøðin við Applecross. Hendan smoltstøðin verður munandi útbygd og eisini umbygd til at nýta somu tøkni til reinsing og endurnýtslu av vatni, sum verður nýtt á føroysku smoltstøðunum hjá Bakkafrost.

Fíggjarliga støðan
Hóast stóru óvissuna, ið stendst av koronafarsóttini, eru langtíðarútlitini fyri altjóða laksamarknaðin til fyrimuns fyri Bakkafrost. Bakkafrost hevur longstu virðisketuna í vinnuni og kann við hesari framleiða hágóðskulaks til lágan framleiðslukostnað. Hettar gevur ein avgerandi kappingarfyrimun og størri fíggjarligan smidleika framyvir.

Í fjórða ársfjórðingi 2019 endurfíggjaði Bakkafrost alt samtakið við EUR 352 milliónum til føroyska virksemið umframt møguleika til EUR 150 milliónir í eykafígging um neyðugt. Afturat hesum er virksemið í Skotlandi fíggjað við GBP 100 milliónum.

Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og góð bankafígging geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Covid-19 farsóttin
Bakkafrost hevur ein týðandi leiklut í at tryggja heilsugóðan mat til vaksandi fjøldina í heiminum. Hesin leiklutur er serliga týdningarmikil í truplu støðuni í heiminum, ið kemst av Covid-19 farsóttini.

Við teimum tiltøkum, ið eru gjørd fyri at verja starvsfólkini, er føroyska framleiðslan hjá Bakkafrost ikki tarnað munandi av farsóttini, meðan framleiðslan í Skotlandi er tarnað í avmarkaðan mun. Broytingar eru gjørdar nógvastaðni í fyritøkuni fyri at minka um smittuvandan og tryggja møguleikarnar fyri at kunna halda frástøðu. Eisini eru øll starvsfólk í Føroyum boðin regluligar, ókeypis Covid-19 kanningar síðan apríl mánað.

Meira kunning er á heimasíðuni hjá Bakkafrost

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo