Seinnapartin var móttøka uttanfyri hjá Bakkafrost í samband við at nýggja tænastuskipið, Bakkanes, varð leverað.
Talan er um eitt umbygt skip, sum upprunaliga hevur verið í norsku frálandavinnuni. Mest hevur staðið fyri umbyggingini.
Bakkanes verður mest í Skotlandi, har skipið skal vera við til at menna virksemið hjá Bakkafrosti. Manningin verður føroysk.
Fleiri myndir av skipinum síggjast á síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo