Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Krav er sett til bankarnir at teir skulu hava eitt ávíst gjaldføri. Lyklatalið fyri gjaldførið eitur LCR (Liquidity Coverage Ratio) og skal vera 100%. Allir føroysku bankarnir høvdu væl meira í gjaldføri enn 100% við ársenda 2022.

Krøv verða sett bankunum um gjaldføri. Bankarnir hava innlán, sum eru bundin í styttri tíð, tað vil siga, sum kunnu takast út, tá ið kundin ynskir tað, meðan peningur, bankin lænir út, liggur bundin í longri tíð, sum til dømis tá ein kundi kann gjalda eitt sethúsalán aftur yvir 20-30 ár. Hetta er eitt dømi um ein sokallaðan gjaldførisváða fyri bankan, tí misjavni er millum bindingartíðina á innlánum og útlánum.

Fyri at bøta um henda misjavna, er krav um at bankin skal hava eitt ávíst gjaldføri. Føroysku peningastovnarnir høvdu sambært ársroknskapunum fyri 2022 allir gjaldføri væl omanfyri lógarásetta minstakravið. LCR (Liquidity Coverage Ratio) skal vera 100%. BankNordik hevði 229,3%, Betri Banki 212,7%, Norðoya Sparikassi 315% og Suðuroyar Sparikassi 205% við ársenda 2022.

Talva 1 vísir úrslitið eftir skatt fyri 2022 hjá føroysku peningastovnunum, umframt teirra solvens við ársenda 2022. Mynd 1 vísur gongdina í roknskapinum hjá føroysku bankanum frá 2016 til 2022.

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo