Kvinnur, sum royna at gerast javnmettar við menn, mangla ambisjónir
- Timothy Leary

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Tann 10. september verður ráðstevnan ”Årets Digitale Finansvirksomhed” hildin í Keypmannahavn, og í tí sambandi er BankNordik í uppskoti at vinna báðar virðislønirnar, ið verða latnar á ráðstevnuni:

- Bestu talgildu kundaloysnir

- Ársins talgilda fíggjarfyritøka

BankNordik er tilnevndur í bólkinum ”miðalstórir peningastovnar” saman við Jutlander Bank og Middelfart Sparekasse.

Í ár er tað 5. ferð, at ráðstevnan varpar ljós á talgildu menningina í danska fíggjargeiranum. Á ráðstevnuni fáa fíggjarfyritøkur viðurkenning fyri tey bestu avrikini, tá ið ræður um at geva kundunum betri talgildar upplivingar.

”Vit eru fegin um, at okkara arbeiði við m.a. heimasíðu, sosialum miðlum og Netbanka vekir ans. Sama um vit vinna ella ei, so er tilnevningin eitt herðaklapp, sum ger tað hugaligari at halda fram at menna talgildar loysnir til kundarnar,” sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo