Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hóast 2020 higartil hevur verið eitt óvanligt ár orsakað av farsóttini, væntar BankNordik nú, at ársúrslitið verður 140 - 160 mió. kr. eftir skatt. Tað er betri enn upprunaliga mett. Í mars setti bankin hjálpartiltøk í verk fyri at geva sperdum fyritøkum og húsarhaldum møguleika at útseta lánsgjøld í sambandi við avleiðingarnar av korona. Tørvurin á fíggjarligari hjálp minkaði tó munandi longu í 2. ársfjórðingi, og í 3. ársfjórðingi var nærum eingin eftirspurningur eftir at útseta lánsgjøld.

- Vit eru fegin um, at bæði vinnulív og húsarhald sum heild hava klárað seg væl ígjøgnum avbjóðandi tíðarskeiðið. Fyri ávísar partar av vinnulívinum hevur talan tó verið um ógvusliga afturgongd, og harumframt eru framtíðarútlitini í løtuni tengd at stórari óvissu. Tí hava vit hækkað upphæddina, ið er sett av til møgulig tap í kjalarvørrinum á farsóttini, úr 35 mió. kr. upp í 50 mió. kr. Vit eru framvegis til reiðar at hjálpa okkara kundum, um teir fáa tørv á fíggjarligari hjálp í sambandi við avleiðingarnar av COVID-19, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Fíggja bústaðir um alt landið
Árið hjá Trygd hevur higartil verið munandi verri enn væntað orsakað av nógvum skaðum, men í 3. ársfjórðingi batnaði gongdin nakað. Nógv virksemi hevur verið á bústaðarmarknaðinum í ár, og hetta hevur havt góða ávirkan á virksemið hjá Skyn, sum hevur selt nógvar ognir. Bankin fíggjar framvegis bústaðir um alt landið, og príslegan tykist ikki vera ávirkað av farsóttini. Tó er mynstrið broytt nakað seinastu tíðina, soleiðis at alsamt fleiri keypa og byggja bústað uttan fyri høvuðsstaðarøkið.

Varpa ljós á vantandi innlit í pensjón og trygging
Ein kanning hjá bankanum vísir, at heili 85% av føroyingum ikki hava nóg gott innlit í egin pensjóns- og tryggingarviðurskifti. Tað kann fáa óhepnar avleiðingar fyri tann einstaka, um pensjónssamansparingin er ov lítil, ella um tryggingarnar ikki samsvara við tørvin.

- Tá ið støðan í samfelagnum er óviss, er tað uppaftur meira umráðandi at hava innlit í síni fíggjarviðurskifti. Tí mæla vit kundum til at seta seg í samband við okkum fyri at tryggja, at viðurskiftini eru í lagi og samsvara við lívsstøðuna, sigur Árni Ellefsen.

Effektivur rakstur
Bankin leggur seg áhaldandi eftir at halda útreiðslunum á einum ráðiligum støði, og í tí sambandi varð virksemið hjá bankanum umskipað í desember í fjør. Framdu tiltøkini hava brynjað bankan til avbjóðingarnar, sum árið higartil hevur havt við sær. Solvensurin er hækkaður upp í 24,9%, og bankin er væl bjálvaður til at standa ímóti fíggjarligu avleiðingunum av heilsukreppuni.

Roknskapurin í stuttum

  • Úrslitið fyri skatt gjørdist 156 mió. kr. samanborið við 201 mió. kr. sama tíðarskeið í 2019

  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 155 mió. kr. samanborið við 108 mió. kr. sama tíðarskeið í 2019

  • Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 6 mió. kr. samanborið við 80 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2019

  • Rakstrarúrslitið gjørdist 162 mió. kr. samanborið við 189 mió. kr. sama tíðarskeið í 2019

  • Bankin hevði 9,8 mia. kr. í útlánum samanborið við 10 mia. kr. sama tíðarskeið í 2019

  • Innlán bankans lækkaðu úr 13,6 mia. kr. sama tíðarskeið í 2019 til 12,9 mia. kr.

  • Solvensurin hækkaði úr 21% sama tíðarskeið í 2019 til 24,9%

  • Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2020 verður millum 140 og 160 mió. kr. (við ársbyrjan var væntaða úrslitið millum 100 og 150 mió. kr.).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo