40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

BankNordik: Í oktober í fjør keypti BankNordik-savnið níggju listaverk eftir Arnold Vegghamar, og í novembermánaði keypti savnið fýra listaverk eftir Astri Luihn.

Árliga stuðulsavtalan millum BankNordik og sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið um at keypa nýggja samtíðarlist gevur savninum møguleika at umboða fleiri ymisk listafólk. Umframt listaverkini eftir Arnold Vegghamar og Astri Luihn keypti BankNordik-savnið í fjør eisini trý listaverk eftir Torbjørn Olsen.

Endamálið við BankNordik-savninum
Í 2017 setti BankNordik á stovn BankNordik-savnið og gav samstundis savninum 623 listaverk í gávu. Í 2020 gjørdi BankNordik av at lata BankNordik-savninum 150.000 kr. um árið til at keypa føroyska nútíðarlist fyri. Serstaka peningaliga játtanin hevur til endamáls at endurnýggja og framtíðartryggja savnið, so tað í størri mun endurspeglar nútíðina í listarligum høpi.

Síðani 2020 hevur BankNordik-savnið keypt listaverk eftir hesum listafólkum:

- 2020: Tvey listaverk eftir Anker Mortensen

- 2021: Fimm listaverk eftir Jónu Rasmussen, eitt listaverk eftir Hansinu Iversen og tvey listaverk eftir Silju Eystberg.

- 2022: Trý listaverk eftir Torbjørn Olsen, fýra listaverk eftir Astri Luihn og níggju eftir Arnold Vegghamar.

Les meira um BankNordik-savnið her

Myndirnar eru av nøkrum av nýggjastu listaverkunum hjá BankNordik-savninum eftir ávikavist Arnold Vegghamar og Astri Luihn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo