Nærum helvtin av nevndini hjá BankNordik verður skift út á aðalfundinum sum verður 26. mars.
John Henrik Holm, Barbara P. Vang, Gunnar Nielsen og Hans Arni Bjarnason Thomsen hava boðað frá, at tey ikki taka við afturvali til nevndina.
John Holm er næstformaður í nevndini fyri bankan.
John Holm og Hans Thomsen hava sitið í eitt ár, Barbara Vang í fýra ár og Gunnar Nielsen í tvey ár.
Samsýning til næstformannin er 375 tkr árliga, hjá hinum er samsýningin ímillum 175 tkr og 250 tkr.
Hini í nevndini eru Jógvan Jespersen, Ben Arabo, sum er formaður, Kenneth Samuelsen, Alexandur Johansen og Rúna Hentze.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo