At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: COVID-19 hevur higartil ikki ávirkað fíggjarligu gongdina hjá BankNordik so nógv sum væntað, og sambært nýggjastu metingini hjá bankanum verður úrslitið eftir skatt í 2020 millum 80 og 120 mió. kr.

Við ársbyrjan væntaði BankNordik, at avlopið fór at vera millum 100 og 150 mió. kr. í 2020, men støðan viðvíkjandi COVID-19 broytti fortreytirnar munandi. Sostatt høvdu útlitini fyri størri tapi í sambandi við útlán, hall á virðisbrævaogn bankans umframt hægri útreiðslur til skaðaendurgjøld í sambandi við ferðatryggingar við sær, at bankin tann 27. apríl endurskoðaði sínar væntanir fyri árið til eitt nettoúrslit millum 30 og 80 mió. kr.

Tann 24. juni varð aftur ein nýggj meting av fíggjarligu gongdini gjørd, og í tí sambandi hækkaði bankin væntanirnar til ársúrslitið til millum 50 og 90 mió. kr.

Av tí at avleiðingarnar av COVID-19 ikki hava ávirkað fíggjarligu gongdina hjá bankanum so nógv sum upprunaliga væntað, hevur bankin nú enn einaferð endurmett fíggjarligu útlitini fyri árið og væntar nú 80-120 mió. kr. í avlopi. Tað eru serliga afturførdar niðurskrivingar, ið eru orsøk til batnaðu vónirnar.

Av tí at tað framvegis er óvist, hvørjar fíggjarligar avleiðingar COVID-19 fer at hava, fer bankin at seta 10 mió. kr. afturat av til tap, ið kunnu væntast í kjalarvørrinum á koronakreppuni. Sostatt verða samanlagt 35 mió. kr. settar av til møgulig tap í hesum sambandi.

Hálvársroknskapurin hjá BankNordik verður kunngjørdur tann 4. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo