Fríggjadagin 18. september letur upp ein sera áhugaverd framsýning við verkum eftir Bárður Jákupsson.
Peter Michael Hornung sigur soleiðis um listamannin:
"Bárður Jákupsson er ekspressionistur eftir náttúrunnar treytum, og hann veit sum fáur hvussu tað málandi pensilstrokið er ført fyri á kalligrafiskan hátt bæði at sleppa tí gamla heiminum og avdúka ein nýggjan. Tvinnandi sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði: Málningsins náttúra – og Føroya, og tær eru felags um at vera í skapbráðari rørslu og støðugari broyting".
Fernisering verður fríggjadagin 18. september kl. 15:00 og kemur Jógvan Skorðheim borgarstjóri at bera fram nøkur orð. Somueliðis verður tónleikur og lættari ábit.
Framsýningin hongur uppi fram til 11. oktober er ókeypis at vitja.
Framsýningin er opin soleiðis:
Mánadag - fríggjadag kl. 14.00 - kl. 17.00
Sunnudag kl. 14.00 - kl. 17.00
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo