Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ein hatskur tóni í kjakinum ímillum politikarar og fólk í USA uppundir miðskeiðisvalið sum verður týsdagin. Tað heldur fyrrverandi forsetin, Barack Obama, sum er í Pennsylvania, har hann roynir at reka fyri John Fetterman, sum stillar upp fyri demokratarnar.

- Hasin vanin vit hava, at demonisera politisk mótstøðufólk og siga ymiskt býtt. Hann elvir til eitt vandamikið huglag, ávaraði fyrrverandi forsetin, uttan at siga, um hann hugsar um nakran ávísan.

- Vit síggja politikarar, sum ikki arbeiða fyri at sameina fólkið men heldur fyri at spjaða, ræða og fáa okkum at blíva ill við hvønn annan, segði fyrrverandi forsetin nú tveir dagar áðrenn miðskeiðisvalið.

Á valinum týsdagin verður gjørt av, hvussu valdið í báðum kømrunum í Kongressini, Senatinum og Umboðsmannatinginum, skal vera næstu tvey árini. Pennsylvania hevur seinastu árini verið ein sonevndur swingstatur - tað vil siga, at úrslitið kann fara báðar vegir. Tí royna báðir partar at gera sítt ítasta fyri at reka sínar veljarar á val.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo