Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bókadeild Føroya Lærarafelags: ”The White Ravens” er eitt úrval av altjóða góðskubarna- og ungdómsbókmentum. Hvørt ár velur Internationale Jugendbibliotek einar 200 merkisverdar nýggjar barna- og ungdómsbøkur. Í ár eru tær 216 útvaldu bøkurnar frá 62 londum og á 44 málum, og hesa ferð er myndabókin Bob hjá Bárði Oskarsson í rúgvuni.

Barnabókmentaserfrøðingar frá The International Youth Library velja bøkurnar grundað á ummælir og fríeintøk, sum bókasavnið fær ígjøgnum árið. Nevndin leggur dent á bøkur, sum kunnu hava áhuga fyri ein altjóða lesaraskara, orsakað av høga bókmentaliga og myndaliga støðinum og/ella evnunum, sum bókin viðger.

Bob snýr seg um kaninina Bob, sum leitar eftir heilt røttu gularótini. Tað er ikki lætt at velja ta heilt røttu í handlinum, gularótin skal hava júst tann rætta ljósa appilsingula litin. Men Bob finnur júst ta røttu og fer við bussinum heim, og gloymir gularótina eftir í bussinum! Men so kemur hundurin Hilbert fram við, og kanska alt fer at laga seg.

Um Bárð Oskarsson skrivar The White Ravens-nevndin, at hann er ein meistari í at tekna minimalistisk andlitbrá og skriva beinraknar setningar. Hansara stuttu søgur um kaninina og hundin tykjast einfaldar, men hava í veruleikanum bæði ein brodd, eitt tvist og heimspekiliga grundan.

Hetta er fimtu ferð, Bárður Oskarsson fær The White Raven-heiðursmerki. Hann hevur áður fingið tað í 2006 fyri Ein hundur, ein ketta og ein mús, í 2013 fyri Stríðið um tað góða grasið, í 2016 fyri Wilbert, í 2018 fyri Træið og nú í 2024 fyri Bob.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav Bob út á vári 2024. Bob er longu útgivin í Danmark og fekk frálík ummæli, m.a. í Weekendavisen. Rættindini til Bob eru seld til USA, og áhugi er frá fleiri øðrum londum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo