Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

So var hann aftur í miðlunum, Uni Danielsen, stjórin í Vágatunlinum. Stjórin ið innkaserar hasar ca. 40 túsund krónurnar um mánaðin fyri stríðið hann hevur, av at stjórna teimum 8-10 starvsfólkunum í P/f Vágatunlinum.

Neyvan munnu tey vera so strævin, hasi starvsfólkini, og neyvan man arbeiðsbyrðan vera tann stóra hjá stjóranum.

Hvør er starvsuppgávan hjá stjóranum í Vágatunlinum?

At greiða okkum frá hvussu týdningarmikið tað er, framhaldandi at løna einum stjóra í tí helst einastu almennu verkætlanini, ið hevur tænt sítt endamál, og hevur givið landskassanum lánið aftur?

Nakað ið neyvan hent er áður!

Streymnýtslan í Vágatunlinum er niðanfyri 2000 krónur, umframt hasar knøppu 2000 krónurnar ið stjórin, Uni Danielsen, verður løntur hvønn dag.

Smáar 10 milliónir krónir bert í stjóraløn til tunnilsstjóran, Una Danielsen, hesi 20 árini.

Nú gevur tað kanska meining, at hr. Uni Danielsen, kennir seg noyddan at proklamera íløguna, ið Vágatunnilin hevur tyngt landskassan.

Nakað Uni Danielsen kanska enn tá missur svønin av, og tí má í kringvarpið, ein sunnudag, at fáa greiðu á.

Henda íløga í Vágatunnilin, ið neyvan hevði rokkið til íløguna, um landskassin skuldi bygt nýtt skip til Vestmannasund.

Sambandsflokkurin er einasti flokkur á tingið, ið alment hevur sagt seg vera fyri framhaldandi gjaldskipan.

Tit, ið velja henda flokk, stuðla hesum oligarki í síni ómettiligu peningaligu girnd.

Hesin tollmúrurin er ein skattur, skræddaraseymaður, til vinnuna í Vágum.

Bárður S. Nielsen, Tear down this wall!

Sólbjørn Kjærbæk

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo