Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Kjak hevur verið í síðstuni um, hvørt vit skulu endurnýggja fiskiveiðisáttmálan við Russland ella ei, og tað av góðum grundum. Russland hevur gjørt innrás í grannalandið Ukraina, sum er eitt sjálvstøðugt, frælst og demokratiskt land. Eg taki frástøðu frá hesum og fordømi tað uppá tað allarharðasta, og trúgvi at føroyingar flestir gera tað eisini.

Eg meti tó ikki, at vit skulu steðga fiskivinnusamstarvinum við Russland av hesi orsøk, tí her er talan um matvørusamstarv. Bæði ES,  ST og Joe Biden forseti í USA siga, at samhandil við matvørum við Russland skal ikki  boykottast. Norra hevur framvegis fiskivinnusamstarv við Russland. Eg síggi tí onga meining í, at lítlu Føroyar skulu boykotta Rusland, tá bæði  ES, ST og forseti í USA  mæla frá hesum. Heldur ikki  næsti granni okkara Norra  ætlar sær at steðga fiskivinnusamstarvinum við Russar. 

Føroyingar hava fiskað í Barentshavinum í mong harrans ár og næstan líka so leingi hevur Russland verið í kríggi við onkran. Ongin hevur tó tosað um, at vit skulu steðga fiskivinnusamstarvinum av tí orsøk.

Fiskivinnusamstarvið hjá Føroyum við Russland hevur stóran búskaparligan týdning fyri okkum og serliga stóran týdning hava Barentshavstrolarnir fyri Klaksvík og Eysturoy.

Her eru reiðaríir, sum hava fiskað í Barentshavinum, síðani vit byrjaðu fiskiskapin har og hava fiska har øll árini uttan íslit. Síðani fólkaflokkurin syrgdi fyri tryggum kørmum til fiskivinnuna, hava hesi reiðaríir gjørt stórar íløgur í kostnaðarmikil spildurnýggj skip til fiskiskapin har. íløgur fyri 100-tals milliónir. Her eru  talan um nógv arbeiðspláss og inntøkugrundarlagi hjá fyritøkum og nógvum familjum.

Um vit skulu steðga fiskivinnusamstarvinum við Rusland, so skulu nýggju barentshavstrolarnir leggja um til at fiska russisku kvotuna av uppisjóvarfiski í føroyskum sjógvi. 

Hetta  ber sjálvsagt   til, men kostar, og við tí kemur allur hesin stóri flotin at fiska uppisjóvarfisk við Føroyar. Hetta ger fiskivinnuna sera einstáttaða og meir viðbrekna.  Um fiskiskapurin eftir uppisjóvarfiski við Føroyar svíkur, so verður talan um eitt stórt bakkast. Tá kunnu vit neyvan vænta okkum sama vælferðarsamfelagið, sum vit hava í dag. Best er, at  okkara fiskifloti troytir ymisk fiskasløg á ymsum leiðum.

Tað sýnist sum Fólkaflokkurin er einasti flokkur, sum veruliga sær, hvussu stóran týdning okkara fiskivinna hevur - á bæði fjar og nærleiðum. At  hon saman við  alivinnuni  og avleiddum vinnum eru grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum. Uttan hesar vinnur høvdu vit ikki tað vælferðarsamfelagi, sum vit hava í dag.    

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
X við Fólkaflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo