Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Barnabati: Nú jólini nærkast, stundar eisini til árligu Jólahjálpina hjá Barnabata, eisini kend undir heitinum Í Menniskjum Góður Tokki, her vit savna inn pening fyri at kunna stuðla fíggjarliga sperdum barnafamiljum í Føroyum.

Seinastu fimm árini hava yvir 2700 børn í Føroyum fingið ágóðan av hesum átakinum. Sambært hagtølum hjá Barnabata, eru tað í miðal áleið 550 børn í Føroyum, ið liva í fátækraváða hvørt ár. Útrokningin byggir á altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fáum nýtslumøguleikum.

Fyri at stuðla hesum familjum sendu vit í dag Jólamyndina út til øll húsarhald í Føroyum. Jólamyndin verður borðin út av Posta, og er at finna saman við lýsingarbløðunum.

Jólamyndin er, umframt ein mynd til børn og barnsligar sálir at seta lit á, eisini ein lutaseðil við fýra vinningum frá Atlantic Airways.

Um ein ynskir at stuðla, og samstundis verða við í lutakastinum, so ber til at skráseta Jólamyndina inni á heimasíðuni hjá Barnabata.

Umframt jólamyndina, so skipar Barnabati eisini fyri eini stuðulskonsert, ið verður send í sjónvarpinum 3. sunnudag í advent.

Til ber at søkja um Jólahjálp umvegis heimasíðuna hjá Barnabata www.barnabati.fo frá mikudegnum 24. november til og við mikudagin 1. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo