Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skulu vit stremba eftir bestu korum fyri barnafamiljur, so mugu vit byrja við byrjanini. Vit mugu fyri tað fyrsta hava eina nýmótans barsilsskipan, har vit umframt barsilsfarloyvi eisini hava umsorganardagar, sum kunnu brúkast til og við at barnið er 7 ár.

Og tí vilja vit komandi árini eisini raðfesta og styrkja heilsufrøði, námsfrøði og undirvísing. Eisini skulu vit stremba eftir at hava heimsins bestu dagstovnar og fólkaskúla.

Men vit mugu eisini fylgja børnunum, tá tey eru vorðin størri. Fyri at minka um avrikstrýstið á børn og ung mælir Javnaðarflokkurin til at strika landsroyndir og Pisa og ístaðin geva næmingunum meira kvalitetstíð í skúlanum.

Hetta gera vit eisini við at lækka hægsta næmingartalið og at stytta skúladagin. Og at styrkja flokslæraraleiklutin.

Vit eiga harumframt at bøta munandi um tilboðini til familjur, sum fáa børn við tørvi. Bíðilistarnir skulu burtur og samanhangur skal vera í tilboðunum um stuðul.

Sum samfelag eiga vit at lofta øllum børnum og foreldrum, sum hava serligan tørv á stuðli, so tey altíð fáa eina góða og samanhangandi tænastu tvørtur um geirar.

Heðin Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo