Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur gjørt eina kanning av, um barnaverndartænasturnar gera tær eftirlitsvitjanir og hava tær barnasamrøður við børn, sum eru sett heiman, sum eru ásettar í § 16, stk. 3 í Barnaverndarlógini. Samanumtikið helt umboðsmaðurin, at tað alt ov ofta kom fyri í kannaða tíðarskeiðinum, at barnaverndartænasturnar ikki hildu ásettu freistina fyri eftirlitsvitjanir og barnasamrøður.

Sambært ásetingini § 16, stk. 3 skal barnaverndartænastan gera minst tvær árligar eftirlitsvitjanir hjá børnum, sum eru sett heiman, har barnaverndartænastan tosar við barnið, helst í einrúmi. Kanningin vísti, at í summum førum vóru ár millum eftirlitsvitjanir og/ella barnasamrøður. Í onkrum førum høvdu ongar eftirlitsvitjanir og/ella barnasamrøður verið.

Umboðsmaðurin vísti á, at hetta als ikki er nøktandi, tá hugsað verður um, at endamálið við eftirlitsvitjanum og barnasamrøðum er at tryggja, at fyriskipanin at seta barnið heiman virkar eftir ætlan, og at barnið hevur tað gott og trívist og mennist í fyriskipanini.

Umboðsmaðurin kom m.a. við tilmælum um:

- at barnaverndartænasturnar hava barnasamrøður við barnið, har barnið býr.

- at barnaverndartænasturnar gera eygleiðingar av barninum og skriva eygleiðingarnar niður, um ikki ber til at fáa í lag samrøðu við barnið, t.d. vegna aldur á barninum ella menningartarn.

- at barnaverndartænasturnar, saman við avvarðandi myndugleika, gera ein felags leist fyri, hvussu eftirlitsvitjanir skulu skipast, og hvat innihaldið í barnasamrøðunum skal vera.

- at barnaverndartænasturnar tryggja góðskuna á uppritunum frá eftirlitsvitjanum, t.d. við at gera ein frymil fyri, hvat í minsta lagi skal standa í uppritunum.

- at barnaverndartænasturnar hava eina áminningarskipan, soleiðis at eftirlitsvitjanir og barnasamrøður verða framdar í minsta lagi 6. hvønn mánað.

- at avvarðandi kommunur meta um, hvørt arbeiðstrýstið er ov stórt á barnaverndartænasturnar, og um so er, hvussu hesin trupulleikin kann loysast.

Frágreiðingin kann takast niður: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo