Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Barsilsútgjaldið og barsil til sjálvstøðug vinnurekandi

Spurningar:
1. Hvat kostar tað at hækka hámarksupphæddina í Barsilsskipanini við 1.000, 2.000 og 3.000 krónum?

2. Hevði verið neyðugt við einari hækkan av inngjaldinum?

3. Um ja, hvussu nógv?

4. Hvussu nógv sjálvstøðug vinnurekandi hava teknað trygging til Barsilsskipanina?

5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta treytirnar fyri útgjald hjá sjálvstøðugum vinnurekandi úr Barsilsskipanini?

Viðmerkingar:
Síðan Barsilsskipanin kom, hevur tað verið eitt mál at leingja tíðarskeiðið á barsilsfarloyvinum upp í 52 vikur. Hetta málið er rokkið undir hesi samgonguni, og nú er tíðin búgvin at hyggja at øðrum viðurskiftum, ið treingja til betran í Barsilsskipanini.

Hámarksupphæddin fyri útgjaldið í Barsilsskipanini hevur verið óbroytt síðan 2004, á 25.000 krónum. Síðan tað hava bæði lønar- og prísvøkstur verið í samfelagnum, so hetta er helst tørvur á at endurskoða.

Tí hevði verið áhugavert at fingið nágreinilig tøl fyri, hvat ein hækking kostar, og hvat skal til fyri at fíggja eitt hægri útgjald.

Í samgonguskjalinum stendur: «Viðurskiftini hjá sjálvstøðugum vinnurekandi viðvíkjandi barnsburðarfarloyvi verða endurskoðað.»

Sjálvstøðug vinnurekandi hava møguleika at tekna sær eina trygging, ið gevur teimum møguleikan at fáa útgjald úr Barsilsskipanini, um tørvur er á tí. Tó vísir tað seg, at sum skipanin er sett saman fyri teirra viðkomandi, so eru tað fleiri, ið ikki fáa nakað serligt burturúr. Tryggingin kostar fyri tann sjálvstøðuga vinnurekandi, og tí má tað eisini geva meining at tekna hana.

Tí hevði verið áhugavert at fingið upplýst, hvussu nógv hava teknað tryggingina og um arbeitt verður við broytingum.

Á Løgtingi, 22. juni 2022
Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo