Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vikuna á tamb kunnu vitjandi uppliva fyrilestrar, framsýningar og konsertir í øllum húsinum og í okkara serliga Beatles-umhvørvi á Torginum. Marianna Mørkøre hevur fingið fríar hendur at skapa eitt serligt Beatles-univers í SMS.

Vit fáa millum annað vitjan av Stanley Samuelsen, ið hevur dóttrina Astrid við sær. Hon er kend fyri at tulka m.a. George Harrison. Haraftrat koma tann alvitandi Beatles-serfrøðinginum, Per Wium, umframt Jóhannus á Rógvu og trummusláarin, Gert Smedegaard, sum er ein tann fremsti trummusláarin í ríkinum.

Robert McBirnie og Jógvan Dahl úr Faroe Boys koma at tulka Beatles-sangir, og Súni Merkistein hevur samrøðu við teir á pallinum.

Aðrir bólkar verða Danny and the Veetos, Henstick og Bidils, bólkurin úr Klaksvík, sum herfyri hevði eina stak væleydnaða konsert í Reinsarínum í Havn.

Hanus Kamban, rithøvundur, fer at hugleiða um, hvussu tað var at uppliva Beatles á palli í Onglandi. Meinhard Jensen fer at hugleiða um tíðina, tá The Beatles og aðrir bretskir bólkar gjørdu innrás USA í 60'unum. Uni Arge fer at hugleiða um og greina Beatles-løg, og Andras Sólstein hevur ein áhugaverdan fyrilestur um John Lennon og The Beatles og tíðina aftaná.

Vit savna lutir, plátur og ljóðføri, ið verða sýnd fram, og tú kanst eisini lena teg afturav í einari retrosofu í hugnaliga Beatles-umhvørvinum og njóta ein kaffimunn ella at síggja Beatles-filmar og heimildarfilmar.

Beatles-dansur í Sjónleikarhúsinum
Beatles-vikan endar við einum braki í Sjónleikarhúsinum, har vit fara aftur í 60-ini við Robert og Jógvan, Thunderbirds, Stanley Samuelsen og Bidils.

Atgongumerki eru at fáa í Marknaðardeildini í SMS.

Vælkomin á Beatles-viku í SMS!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo