At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Fyrrverandi Manchester United stjørnan David Beckham hevur keypt 10% av enska non-league felagnum Salford City, skrivar Daily Mail.

Hann kemur harvið at eiga í felagnum saman við fimm øðrum frá tí sonevnda Class of 92: Gary Neville, Phil Neville, Paul Scholes, Ryan Giggs og Nicky Butt.

Peter Lim frá Singapore eigur 40% av felagnum, meðan fyrrverandi United leikararnir eiga 10% hvør.

Class of 92-leikararnir keyptu upprunaliga part av felagnum í 2014.

Salford City liggur í løtuni á triðja plássi í National League, eftir at 30 umfør eru leikt. Megnar Salford at flyta upp, skal felagið komandi kappingarár leika í League 2, t.e. fjórðbesta deildin í Onglandi.

Beckham leikti á besta liðnum hjá Manchester United frá 1995 til 2003.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo