Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Hósdagin 17. desember 2020 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerki inn farna árið. Tað var Beinir Debes við bátinum Annie úr Froðba, sum vann lutakastið.

Merkti fiskurin var ein toskur, sum varð merktur: 15. oktober 2018 eystur úr Svínoynni, og tá var hann 77 cm, og hann var fingin við línu við Froðbiðarnýpuna 10. januar 2020. Hettar tíðarskeiðið var toskurin einki vaksin.

Í ár var lutakastið á Havstovuni í Havn. Ása Olsen tók tann vinnandi seðilin, og Hallbjørg Hansen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór fram, sum tað skuldi. Havstovan takkar øllum, sum hava sent fiskamerki inn hetta seinasta árið, og ynskir Beini til lukku við vinninginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo