40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Løgmaður sigur at støða ikki enn er tikin til avtaluna við Russland fyri 2024, men verður tikin seinni.

Men talan verður um ein havnastongsul móti russiskum skipum.

Tað verður bert loyvt skipum sum fiska í føroyskum øki av kvotuni hjá Russlandi, sum sleppa at bunkra og avskipa í føroyskum havnum restina av árinum. Hetta merkir, at umskipanin í føroyskum havnum minkar niður í ein fjórðing, var upplýst á tíðindafundinum.

Russisk skip keypa tænastur í Føroyum fyri 400 milliónir krónur, har 300 milliónir eru olja og 100 milliónir annað, segði Løgmaður. Men Landsstýrið metir ikki at havnastongsulin fer at hava nakra ávirkan á samfelagið.

Sambært KVF, so hava russisk skip umskipað umleið 400.000 tons í føroyskum havnum, hóast tey bara kunnu fiska umleið 100.000 av uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.

Høgni Hoydal segði við Útvarpið, at tiltøkini verða helst sett í verk frá 1. juli 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo