Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Samgongulimir í fíggjarnevndini skerja játtanina hjá Barnabata við hundratúsund krónum.

Hetta er ikki nógv á fíggjarlógini, men er nógv á játtanini hjá Barnabata.

Samstundis seta einstakir tinglimir millum 7 og 8 milliónir av til vega og havnagerð í egnum øki.

Eg unni væl fólki nýggjar vegir og havnir, men at skerja Barnabata samstundis er ikki í lagi.

Samgongan kann ikki loyva sær at senda rokningina til børnini.

Andstøðan fer at seta peningin á aftur til Barnabata nú triðja viðgerð av fíggjarlógini er í dag, og eg vóni, at samgongulimir eisini fara at geva Barnabata peningin aftur.

Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo