

- Nú havi eg í sjey ár sovið við trimum telefonum á náttborðinum, soleiðis sigur bretski verjumálaráðharrin, 53 ára gamli Ben Wallace, sum í heyst leggur frá sær og eisini fer úr tjóðartinginum. Tað sigur hann í eini samrøðu við The Times.
Ben Wallace segði í síðstu viku, at Ukraina ikki bara kann forlanga at fáa vápn og annars átti at víst størri takksemi. Stutt eftir var bretski forsætisráðharrin úti og rættleiddi og segði, at Ukraina hevur víst stórt takksemi fyri hjálpina, landið fær í krígnum ímóti Russlandi.
Ben Wallace er úr Konservativa flokkinum, og hann er tann konservativi verjumálaráðharrin sum hevur sitið longst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo