Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-159/2021 frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um inntøkur av einskiljingum av almennum ognum og Búskapargrunnur Føroya.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær skulu inntøkur av einskiljing av almennum ognum í Búskapargrunnin, sambært lóg um Búskapargrunn Føroya? 

2. Hvat er at rokna sum inntøka av einskiljing av almennum ognum eftir § 2, stk. 2, nr. 2 í lóg um Búskapargrunn Føroya? 

3. Heldur landsstýrismaðurin, at inntøkan av eini møguligari sølu av almenna ognarlutinum í P/F Smyril Line og P/F Tjaldur eigur at fara í Búskapargrunnin?

Svar til spurning nr. 1 og 2
Hugtakið einskiljing er lýst í frágreiðingini um einskiljingar frá 2001.

Einskiljing (privatisering) merkir at flyta framleiðsluvirksemi úr almenna geiranum til einskilda geiran (privata sektorin). 

Seinasta einskiljingin var sølan av LÍV í 2016. Hendan søla varð koyrd í Búskapargrunnin. Í broyting til løgtingslógina í 2011 skrivar Fíggjarmálaráðið í viðmerkingunum: “Tað eru stórar eingangs inntøkur av einskiljing, sum ætlandi skulu í Búskapargrunnin.”

Svar til spurning nr. 3
Tað er ivasamt, um søla av partabrøvum í vinnufeløgum, sum reka virksemi á haldilsligum grundarlagi, og har landið eigur ein avmarkaðan ognarlut, kann roknast sum einskiljing, hóast tað í dagligari talu javnan verður nevnt soleiðis.

Sølan av ognarlutunum í Smyril Line og Tjaldur metir Fíggjarmálaráðið ikki er ein einskiljing og verður tí ikki serstakt flutt í Búskapargrunnin. Sølan er játtað yvir raksturin á fíggjarlógini, soleiðis sum samtykt á fíggjarlógini fyri 2022. Her vigar hægri meginreglan, at ein hending skal viðgerast líka, bæði tá talan er um útreiðslur og inntøkur. Tá landið í 2008 stuðlaði P/F Smyril Line við 30 mió. kr. varð hetta gjørt umvegis raksturin. Tí verður inntøkan av sølu av 
partabrøvum nu eisini tikin yvir raksturin.

Um tað er politiskt ynski um tað, so ber til at koyra søluna av Tjaldur og Smyril Line í Búskapargrunnin við serligari játtan, eins og gjørt var við serinntøkunum frá Fíggingargrunninum í 2017.

Tinganes, 13. apríl 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo