Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

BERIN: BERIN hevur útgivið bókina ‘Til minnis um’. Sum útgangstøði hevur BERIN í huganum, at bókin fyrst og fremst er ætlað børnum og ungum, sum hava mist foreldur. Tó kann bókin eisini brúkast av øðrum, sum hava mist, eitt nú børnum, sum hava mist systkin, ella foreldrum sum hava mist børn.

Eins og tað liggur í heitinum, so er bókin ætla sum eitt hjálpartól til at varðveita minnir um eitt menniskja, sum ein hevur mist. Børn eru ofta bangin fyri at gloyma og at persónurin, tey hava mist, verður gloymdur. Og harvið at missa persónin enn meira. Sum avvarðandi kann ein hjálpa barninum við at tosa við barnið um tann, sum er deyður, eitt nú hvør viðkomandi var, lívssøguna, áhugamál, virðir o.a.

Bókin er ein uppgávubók, har tú er rithøvundur og kann skriva minnir, tekna og annað. Bókin kann gerast saman við onkrum, ella hvør sær. Lagt verður eisini upp til at bjóða øðrum gestarithøvundum við t.d. familju og vinum. Á tann hátt kann bókin verða við til at læta upp fyri samskiftinum um tann deyða og harvið hjálpa einum við sorgini og sakninum.

"Tað góða í minnisbókini er, at her standa minnini um mammu í bókini, og havi eg ikki tørv á at hava alt í høvdinum alla tíðina” - Genta, 16 ár, sum hevur mist mammu sína.

Hóast útgangsstøði í bókini er um nakað, sum er syrgiligt, so er tónalagið í bókini ljóst og savnar seg um tey góðu og stuttligu minnini, man hevur upplivað saman.

"Tað var deiligt at tað vóru so nógvir spurningar um tær góðu løturnar, sum vit hava havt saman við pápanum hjá gentunum. Tað gjørdi tað lættari at fara í holt við bókina og at ringja til familjuna at spyrja um tað, sum vit ikki vistu um hann.” - Mamma til tvær gentur (9 og 11 ár), sum hava mist pápa sín.

Bókin kann eisini brúkast av fakkønum til at geva íblástur til samrøður við børn, sum hava mist. Harumframt gevur bókini eisini ráð um, hvussu foreldur ella onnur vaksin kunna stuðla og hjálpa børnum, sum hava mist.

Rithøvundur er Rikke Høgsted, sum er sálarfrøðingur og hevur drúgvar royndir at arbeiða við børnum, sum hava mist avvarðandi. Alette Bertelsen hevur myndprýtt bókina.

BERIN er ein landsfelagsskapur, sum hevur áralangar royndir við at veita fakkøna hjálp til børn og ung, sum missa foreldur ella systkin. Virksemið hjá Beranum byrjaði í 2003. Virksemið er við árunum eisini víðkað til fakkøna hjálp til foreldur, sum hava mist børn. Og børn og ung, sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin.

Bókin er til keyps í bókahandlum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo