Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Skúlablaðið: Berlys býr í Søldarfirði. Har hevur hon búð, síðan hon kom til Føroya í 2000, 19 ára gomul. Hon koyrir vestur í Vágar at kalla hvønn skúladag. Yvirhøvur, tí sjálvandi kann tað henda, at hon fær ikki koyrt fyri veður, men tað er tíbetur heilt sjáldan. Henni dámar at koyra henda tíman, tað tekur at koyra úr Søldarfirði vestur í Skúlan á Giljanesi.

Hon hevði møtt einum føroyingi, sum hevði lisið spanskt í Venesuela í tvey ár, og flutti við honum til Søldarfjarðar í Føroyum.

Tá ið hon kom til Føroya í 2000 tosaði hon bara spanskt, og tí hevði hon bara nøkur heilt fá at tosa við. Hon tosaði heldur ikki enskt, men í dag – næstan 17 ár seinni – tosar hon so at siga flótandi føroyskt. Hon hevur altso gott, musikalskt máloyra, ið er ein fyrimunur, tí hon er eisini tónleikalærari.

Ta fyrstu tíðina arbeiddi hon hjá Fiskavirking á Toftum. Men hon fór so sanniliga eisini í skúla. Hon gekk í 9. flokki í Runavíkar skúla.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo