Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Aftaná grein hennara á VP og Norðlýsinum ivist eg í um vit yvirhøvur kunnu taka hana í álvara.

Eftir øllum at døma brúkar hon eitt og hvørt høvi at seta niður á, loypa út í orð og skaða starvsfelagar sínar í Klaksvík, fyri sjálv at vinna sær fyrimun av skrivi snildu sínari.

Hon leggur meg undir at umboð Sjálvstýri her og har, uttan at tann spurningurin yvirhøvur hevur verði uppá tal, og tað sigur ikki so lítið um endamáli í grein hennara.

Meti innihaldið í greinini verða ófrættakent, leggur upp til ósemju og klandur, tá reika verður á niðastu rók, tá tað kortini bert snýr seg um at lýsa eitt einfalt mál á rættan hátt. Tað er spell, tá lýsingin fevnir um at skaða og eyðmýkja, heldur enna at savna og fevna, fyri sjálv at koma sær framat á ovastu rók á politiska pallinum í Klaksvík.

Havi ongantíð hildið at almenna flokspolitiska býti hevur serliga stóran týdning fyri kommunalpolitiska lokala arbeiði, men at tað er meira persónarnir, og eginleikar teirra, sum standa sína roynd í lokala samfelagnum, og tá hevur tað eisini týdning hvussu við lýsa støðuna hjá hinum partinum.

Lasse Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo