"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eg havi nú havt umleið umleið 50 fólk á online skeiðinum “Hvussu kann eg leiða meg sjálva/n til eina betri korona-periodu?!”. Tað er ógvuliga tankavekjandi at yvir 90 % av luttakarunum hava verið kvinnur. Tað eru fleiri menn, sum hava víst áhugað, men tá tað kemur til at man skal melda seg til og “møta” upp – so koma menninir ikki.

Tí fari eg at royna at halda eitt skeið bert fyri menn mánakvøldið 27. apríl kl. 19,00-21,00. Eisini verður eitt skeið fyri bæði kyn mikukvøldið 29. Apríl kl. 19,00-21,00.

Innihaldið er, at tú kemur at arbeiða við, hvussu tú hevur tillagað teg inntil víðari í korona-perioduni - og so verður tú lærd/ur um sjálvleiðslu og broytingarleiðslu, soleiðis at tú hevur møguleika at gera betringar til tína korona-periodu.

Jóhannes Miðskarð, PhD, heldur skeiðið. Sí meira info her www.onlinewebinar.life

Fólk, ið hava tikið skeiðið, siga m.a.:

Sera góð og viðkomandi evnir, sum blivu viðgjørd. Motiverandi til gerandisdagin. Ein góður máti at hugsa og handla konstruktivt, við tilvitanini, at man sjálvur kann gera nakað við korona-gerandisdagin.

Góður framløgur, sum eg noteraði nógv frá....Stuttligur máti at vera á skeið!

Takk fyri at eg kundi vera við. Eitt áhugavert skeið.

Eg eri væl nøgd við skeiðið. Vóni at vera við á fleiri øðrum skeiðum hjá tær. Mær dámdi væl leistin.

Sera ómakaleyst at seta seg niður í 2 tímar eitt vanligt kvøld við einum kaffikoppi og fáa undirvísing. Eitt sera fjølbroytt skeið við uppleggi, venjingum, filmsbrotið og bólkaprátið :)

Melda til skeiðið 27. apríl kl. 19,00-21,00 fyri menn her: livewebinar.com/918-644-671

Melda til skeiðið 29. apríl kl. 19,00-21,00 fyri øll her: livewebinar.com/984-162-568

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo