Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nettosølan hjá Partafelagnum Effo var 920 milliónir krónur í fjør. Úrslitið eftir skatt var 37,3 mió kr, sum skal samanberast við 33,9 mió kr árið fyri. Talan er um besta úrslitið hjá Effo nakrantíð.

Eisini dóttirfelagið Effo Bunkers hevði eitt gott ár, og nevnd og leiðsla eru væl nøgd við úrslitið, stendur í frágreiðingini. Har stendur eisini, at samlaði brennioljumarknaðurin í Føroyum er vaksin nakað.

- Stóru verkætlanirnar í havnir og tunlar, og nógva virksemið annars á landi viðvirka til høgu nøgdirnar. Sølan til skip er nakað hægri og stóru pelagisku kvoturnar síggjast aftur í oljunýtsluni. Gjaldførið hjá reiðaríunum sýnist at vera á einum nøktandi støði, og tapsvandin er minni, verður millum annað sagt.

Effo eigur helvtina av felagnum Vindrøkt og er sostatt við í royndunum at gera varandi orku. Um ætlanirnar hjá almennu Føroyum, at øll orka á landi skal koma frá varandi orkukeldum í 2030, sigur Effo-leiðslan:

- Hetta er eitt sera framsøkið mál og sýnist munandi meira stórætlaðenn málini hjá londum og altjóða felagsskapum, ið við vanliga samanbera okkum við.

Fíggjarstøðujavnin hjá Effo er smáar 280 mió kr og eginognin er 153,7 mió kr.

Umframt vinnufelagið Tjaldur, sum er stórsti eigari, so eru hinir eigararnir tryggingarfelagið LÍV, Varðin, Kolan og Framinvest

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo