Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska Sjómansmissiónin: - Hetta er nógv tann størsta sølan vit hava gjørt av einum útróðrartúri, tí prísurin á stóra toskinum er óvanliga høgur. Vit fingu karamelleskju frá Fiskamarknaðinum, tí teir halda seg ikki vita um so stóra sølu hjá einum útróðrarbáti, eftir einari setu, sigur Heri.

Í morgun landaði útróðrarbáturin Norðsøki á Toftum. Umborð vóru fýra ungir, raski, royndir og væl nøgdir norðoyingar. Teir vóru eitt sindur troyttir, samstundis sum teir fegnaðust yvir nøgd og prís.

-Vit hava roynt á Føroya Banka og túrurin eydnaðist væl. Tað gekk illa at draga fyrstu tímarnar, tí tað rak sera hart. Vit slitu tvær ferðir og mistu tíverri átta stampar. Tá vit so høvdu bíða í nakrar tímar, løgdu vit á aftur og drógu restina. Tá gekk betri.

Tað sigur skiparin, Heri Vang.

-Vit drógu 127 stampar og vit hava givið góð 29.000 pund (14,5 tons) upp til Fiskamarknað Føroya. Vit hava fiskin í krubbum, og hann er ikki liðugt viðaður enn, so vit vita ikki endaligu vektina, sigur hann.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo