Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Á árliga Vinnudegnum fríggjadagin í farnu viku, kom landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum við hesi fráboðan:

Tað gleðir meg, at eg í dag kann boða frá, at eg í november fari at gera eina avtalu við danska ráðharran í útlendingamálum um eina sonevnda fast-track skipan, sum vil gera tað lættari og smidligari at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi. Í hesi skipan kunnu allir vinnugeirar fáa lærda og ófaklærda arbeiðsmegi úr triðjalondum til Føroya, tá arbeiðsloysið er undir 3,5%. Fyritøkur skulu undangóðkennast eins og í ES skipanini, men útlendingurin kann tó ikki byrja at arbeiða fyrr enn endaligt loyvi er latið. Hinvegin so hava vit og danir sett okkum sum mál, at tað skal ikki taka longur enn 30 dagar at avgreiða eitt loyvi”.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um greiðu boðini frá landsstýrismanninum, Magnus Rasmussen.

"Hetta er eitt sera stórt framstig fyri føroyskar vinnufyritøkur, tí starvsfólkamangul er tann størsta avbjóðingin hjá okkara limum í løtuni", sigur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag. ”Vit hava strongt á myndugleikarnar at lætta um atgongdina fyri útlendskari arbeiðsmegi í fleiri ár, og nú sær út til, at hetta fer at eydnast”, sigur Marita Rasmussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo