Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin hevur á Fólkatingi, saman við Javnaðarflokkinum, virkað fyri betri umstøðum hjá føroysku løgregluni.

Vantandi raðfestingar hava havt við sær, at KT-skipanirnar hjá løgregluni hava ikki verið dagførdar og umstøðurnar til skotvenjingar í Føroyum hava heldur ikki verið nøktandi. Eisini avlurtingarpakkin, sum var samtyktur í 2015, hevur staðið í bíðistøðu.   

Tað eydnaðist føroysku fólkatingsumboðunum, í farna valskeiðinum, at fáa eina avtalu í lag um at dagføra løgregluna tey næstu árini. Eitt av úrslitunum av hesum er, at løgreglan nú fær ein nýggjan skjótibana.

Tíverri hava vit sæð tey seinnu árini, at nøgdirnar av narkotika eru vaksnar í Føroyum, og eisini eru dømi um, at brotsmannalið eru komin hendavegin fyri at krevja pengar fyri narkotika.

Vit hava brúk fyri eini vælvirkandi løgreglu, sum virkar undir góðum og dagførdum kørmum. Tað vil Sambandsflokkurin virka fyri á Fólkatingi, og tað er okkara sannføring, at semjusøkjandi samstarv er tað, sum gevur bestu úrslitini.  

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo