Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Banki: Hesar broytingar koma í gildi tann 1. mars 2021.

Markið fyri, nær negativ renta verður roknað av innlánum hjá privatkundum, lækkar. Privatkundar kunnu eftir 1. mars 2021 hava upp til 400.000 kr. innistandandi, áðrenn negativ renta verður roknað.

Samstundis lækkar markið fyri, nær negativ renta verður roknað av innlánum hjá vinnukundum, niður í 0 kr.

Pensjónsuppsparingar, børn og ung undantikin negativari rentu
Pensjónsuppsparingar og allar kontur hjá børnum og ungum eru framhaldandi undantiknar negativari rentu.

Ráðgeving um aðrar loysnir?
Betri Banki bjóðar sjálvsagt loysnir til tín, sum heldur ynskir at gera íløgur enn at hava pening standandi á kontu til negativa rentu. Tørvar tær ráðgeving, set teg so í samband við okkara ráðgevar umvegis netbankan, teldupost ella á telefon.

Sí fullfíggjað yvirlit í rentutalvuni her, tá broytingarnar eru komnar í gildi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo