Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri banki: Føroysku peningastovnarnir menna í løtuni ein nýggjan Netbanka til viðskiftafólkini. Næstu mánaðirnar verður seinasta hond løgd á arbeiðið, og longu nú ber til hjá privatum viðskiftafólkum at royna nýggja Netbankan, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn. Eftir ætlan skulu allir føroyingar hava skift til nýggja Netbankan í vár.

Lán og avtalur kunnu undirskrivast við Samleikanum
Peningastovnarnir fara nú undir at brúka Samleikan, tá ið viðskiftafólk skulu skriva undir lán og aðrar avtalur. Í tí sambandi heita peningastovnarnir á øll, ið ikki longu hava fingið sær Samleikan, um at skráseta seg á www.samleikin.fo

Ein fyrimunur at skráseta seg í góðari tíð
Tá ið ein brúkari hevur bílagt Samleikan, verður umsóknin viðgjørd av Talgildu Føroyum, og viðkomandi fær beinleiðis boð, tá ið Samleikin er klárur at brúka. Um fleiri fáa sær Samleikan í góðari tíð, slepst undan óneyðugari bíðitíð, tá ið nýggi Netbankin er klárur, og øll skulu brúka Samleikan til innritan.

Í fyrsta umfari er nýggi Netbankin tøkur á teldu og sum app á iPhone. Netbankin sum app til Android verður klárur í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo