Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Betri Banki: Grundað á, at altjóða rentustøðið er hækkað munandi seinastu tíðina umframt, at rentan hjá Danska Tjóðbankanum er hækkað 0,50%, hækkar Betri Banki rentuna 1. september 2022.

Fyri privatkundar hækkar útlánsrentan 0,40%. Samstundis er avgerð tikin um, at privatkundar ikki skulu gjalda negativa rentu av innistandandi eftir 1. september 2022.

Rentan hjá vinnukundum hækkar 0,50% fyri bæði út- og innlán.

- Rentuhækkingin merkir, at okkara kundar skulu gjalda millum 0,40% og 0,50% meira í rentu á sínum lánum, kredittum og ábyrgdum. Hinvegin merkir tað eisini, at negativa innlánsrentan, sum í dag er -0,75%, verður -0,25% fyri vinnukundar, meðan privatkundar ikki skulu gjalda negativa rentu, sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo