Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Dagurin í dag er ein góður og lívsjáttandi dagur, tá eitt samt løgting tók undir við uppskotinum um at gera broytingar í løgtingslógini um dagpening vegna sjúku. Við broytingunum vera fíggjarligu umstøðurnar hjá m.a. langtíðarsjúkum bøttar munandi.
 
Tað hevur ligið mær tungt á hjarta at betra um umstøðurnar hjá teimum sum eru hart rakt av sjúku. Í hesum førinum teim langtíðarsjúku, tí hesi eru meir útsett fyri at koma í fíggjarligar trupulleikar, sum stein omaná byrðu.

Eisini verður  generella tíðarskeiðið, har dagpeningur vegna sjúku kann verða veittur, longt úr 40 vikum heilt upp til 52 vikur. Hetta fer at verða ein sera ein góð hjálp hjá fleiri.

Í teimum førum har talan er um álvarsliga sjúku, har tað ikki kann staðfestast um sjúkan er varandi, kann dagpeningaskeiðið verða longri enn 52 vikur. Eisini hjá persónum sum eru í viðgerð, har sannlíki er fyri, at persónurin aftur vinnur arbeiðsføri, kann dagpeningatíðarskeiðið verða longri enn 52 vikur.

Dømi um hetta kann vera ein persónur, sum verður raktur av krabba og skal ígjøgnum eina drúgva krevjandi viðgerð. Her kann sjúkralegan gerast meir enn bæði 40 og 52 vikur. Her verður nú dagpeningur veittur so leingi persónurin er sjúkur, ella inntil  hann verður fevndur av aðrari skipan.
 
Broytingin roynir at byrgja upp fyri, at tann sum verður raktur av sjúku, ikki eisini skal koma í fíggjarligt óføri, sum stein omaná byrðu.

Broytingar, fevna m.a., eisini um at, tey við útsettari pensjón fara at fáa rætt til dagpening í samband við sjúku. Tað hevur týdning, at vit eggja teimum eldru at arbeiða. Tí er eisini neyðugt, at vit skipa karmarnar fyri tey, sum útseta fólkapensjónina.

Fólkaflokkurin er ein sosialur flokkur eisini.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo